Skapan

Ung í Føroyum: framførslan

Merkingar: Ung Í Føroyum

Stevnan er nú liðug á hesum sinni. Hon endaði við einum braki av eini framførslu, har innovativt nokk er rættað orðið. Framførslan var ikki ein liðug vøra, men heldur ein ferð, har áskoðarin fekk innlit í arbeiði hjá luttakarunum við at skapa eina heila framførslu frá botninum upp á eitt vikuskifti.

Framførslan var skipað í nógv smá innsløg. Vístar vórðu myndir, yrkingar lisnar, málningar málaðir og vístir á pallinum, tónleikur framførdur og sirkus kynstur sýnd fram. Prát og frágreiðingar vóru eisini partur av ferðini inn í heimin hjá listafólkunum.

Eitt innslag, sum eg serliga beit merki í, var innslagið um dálking. Innslagið var 'tvørfakligt'. Tónleikabólkurin legði út við bakrundstónleiki, meðan myndlistafólkini málaðu live á pallinum. Fremst á pallinum stóðu nakrar gentur og lósu yrkingar, og hóast tað hendi so nógv á pallinum í senn, var tað ein heild, og vit merktu, at hetta ikki bara var lættisoppur, men list við dýbd í.

Sum kontrast til seriøsitetin hevði sirkusbólkurin nøkur fantastiska flott og stuttlig innsløg. Tey spældu sær við pappeskir og plastposar. Gjørdu eina fabrikk og fingu posarnar at liva sum tari. Ótrúligt, at so nógv kann koma úr so lítlum!

Eitt annað stuttligt innslag var við dansibólkinum. Dansararnir høvdu latið seg í maskir omaná høvdinum. Rørslurnar vóru gjørdar, so vit ongantíð sóu andlitini á teimum. Tað sá heilt løgið og spennandi út.

Í gongdini hekk framsýningin av myndum hjá myndlistaverksmiðjuni og kustaskaft-stokkum, 'garni' (leður, tyll, ketur, leidningar, plastoposar...), og bundnu pettunum hjá designaraverksmiðjuni. Bæði framsýningin við verkum, luttakararnir høvdu gjørt frammanundan og teimum, ið vórðu gjørd á stevnuni, verður hangandi í Norðurlandahúsinum minst eina viku aftrat.

Framførslan var ikki heilt fullførd og polerað upp á allar mátar, men hon vísti, at vit eiga nógv dugnalig, ung listafólk í Føroyum. Tá tey kunnu náa at skapa alt hetta upp á eitt vikuskifti, hvat ber so ikki til við røttu umstøðunum?

Mynd og tekstur: Jóhanna Magnusardóttir

Viðmerkingar:

#1
08:37 / 01.03.á
Laura ;) skrivaði:
WOOOOO!? Flott skriva Jóhanna ;D
CAPTCHA

Rannvá Kunoy - 5. brotið

Rannvá Kunoy hevur hugtakandi framsýning ...
1 2 3 4 5 6
Meira á Mess SV