Skapan

Ung í Føroyum: skapan í hásæti

Merkingar: Ung Í Føroyum

Í løtuni er skapan í hásæti í Norðurlandahúsinum. Tað er stevnan Ung í Føroyum, sum er fult í gongd. Luttakararnir hava arbeitt í verksmiðjum síðani fríggjakvøldið, og nú verður seinasta hond løgd á áðrenn sýningina í kvøld.

Í gjár var ein harður arbeiðsdagur í verksmiðjunum. Í sirkusverksmiðjuni hava tey lært at jonglera við bæði bóltum og plastikkposum. Tey hava eisini arbeitt við rytmu og pappeskjum.

Í designverksmiðjuni hava tey fingist við at modernisera gomlu, føroysku bindimynstrini. Tey hava bundið við kustaskøftum og materialum sum plastikkbosum, dúkum, tylli, ketum, reipi, og leðri.

Á skriviverksmiðjuni hava tey 'obviously' skrivað. Leita eftir egnum íblástri úr tónleiki og á ørðum verksmiðjum. Eisni hava tey samstarva við hinar verksmiðjurnar.

Myndlistafólkini hava arbeitt lag upp á lag við sterkum vatnlitum. Tey hava málað fantasilandsløg við alskyns figurum.

Dansiverksmiðjan hevur dansað og koreograferað. Tey dansa til tekst hjá skriviverksmiðjuni og við maskum.

Ungu tónleikararnir hava gjørt egnan tekst og løg. Lært um at skapa tónleik frá fyrstu akkord til pallframførslu.

Norðurlandahúsið er um at bresta av dugnaligum, skapandi ungdómi. Aftaná harða arbeiðsdagin í gjár var hugnakvøld við opnum palli, og eisini her gjørdu luttakararnir vart við seg - eisini á øðrum økjum enn enn tey, tey vóru í verksmiðju í. Sum onkur segði tað í einum sangi, sum var gjørdur á seinastu stevnuni:

Bara okkara hugflog
setur mørk í dag.
Mentanin hon spýrar,
og hetta er hennara fræð.

Tekstur og mynd: Jóhanna Magnusardóttir

Viðmerkingar:

CAPTCHA

Rannvá Kunoy - 5. brotið

Rannvá Kunoy hevur hugtakandi framsýning ...
1 2 3 4 5 6
Meira á Mess SV